tirsdag den 18. december 2012

Nýggj skeið í 2013


Tvey nýggj dansiskeið byrja í Januar 2013: 
  • Fólkadansur fyri børn frá 9 ár
  • Standard dansur fyri byrjarar
Bæði skeiðini eru 10 viku skeið, ið byrja í viku 2 í 2013.

Fólkadansur fyri børn er framhald av skeiðinum, ið var heystið 2012, meðan Standard dansur er eitt nýtt skeið.


mandag den 10. december 2012

Dansistevnan 2013

Nú er tíð at seta kross í kalendaran, tí:

Dansistevnan 2013 verður tann 27. Apríl

Hetta er leygardagur eftir Dýra Biðidag, og tað hevði glett okkum almikið at kunna boðið tær vælkomin til felags hugna og dans hendan dagin.

Tiltakið verður bæði fyri feløg og einstaklingar, og nógv øðrvísi og spennandi verður á skránnn.

Meira kunning er á veg, so halt eyga við heimasíðuni ...

Við dansikvøðu
Dansifrøi