onsdag den 4. december 2013

Dansiskrá várið 2014

Tilmeldingin til dansiskeið hjá Dansifrøi komandi vár er nú klár, sí skrá og tilmelda her


torsdag den 24. oktober 2013

Nýggj 5 viku skeið byrja í november

Sving/Rock'n roll v/ Marilyn og Joan byrjar mánadagin 4. november kl. 21
Argentinskur Tango v/ Anne Lise & Mads byrjar hósdagin 7. november kl. 19

Sí dansiskrá og tilmelda her


torsdag den 10. oktober 2013

Kada borðið 2013

Leygarkvøldið 26. oktobur verður árliga kalda borið hjá Dansifrøi.
Borðhaldið byrjar kl. 19.00, og aftaná dansa vit blandaðan dans. Vín, øl og sodavatn kann keypast.
Limirnir gera matin til hetta kvøldið. Tað hevur á hvørjum árið verið eitt sera gott kvøld við góðum mati.
Tað skulu vera 3-4 skálir av hvørjum rætti. Ikki er neygugt at tað er gjørt av sama persóni, 2 fólk kunnu gerða sama rætt.
Vit hava gjørt ein vegleiðandi matlista, og fara at heita á tykkum, sum vilja hjálpa, at seta tykkum á henda listan, ella senda ein teldupost til dansifroi@olivant.fo.
Atgongumerkir kosta 200 kr. Tilmeldingin fer fram við at flyta peningin á konto 9181-4909277 ella 6460-4053313, í seinasta lagi mikudagin 23. oktobur. MINNIST til at viðmerkja ”kalt borð”.

onsdag den 21. august 2013

Kom og rist summardellurnar av hjá Dansifrøi

Visti tú, at tú at dansur brennur líka nógva orku sum at ganga skjótt, íðka motións badminton og aerobic?

Tilmeldingin til dansiskeið hjá Dansifrøi er opin, og vetrarskráin bjóðar allan hugsandi dans, sí skrá og tilmelda her.

Ivast tú?
So kom til royndartíma, tá undirvísingin byrjar. Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið, tá undirvíst verður - bæði at hyggja og at royna seg.
 

fredag den 2. august 2013

Kom og dansa við Luisu Sofíu Eliasen í Dansifrøi

Vilt tú læra ella gerast betri til cha cha cha, vals og/ella jive, so kom í Dansifrøi.

Mánadagin 5 august Cha Cha Cha
Kl.19 til 20.30

Týsdagin 6 august Vals
Kl.19 til 20.30

Mikudagin 7 august Jive
Kl.19 til 20.30

Kostnaður kr. 50 fyri hvønn per dag

Tilmelding á t-post luisasofia_eliasen@hotmail.com, tlf 624624 ella við dyrnar.

Luisa Sofía Eliasen er fleirfaldaður Danmarksmeistari í sportdansi, sum eru latínamerikonsku dansirnir samba, cha cha cha, rumba, paso doble, jive og klassisku standard dansirnir vals, tango, wienervals, slow fox og quick step, sum flestu kenna frá Vild Med Dans sendingunum.

søndag den 12. maj 2013

Tað eydnaðist!

Stevnan er av í øllum góðum, og vit vilja hervið senda eina tøkk til tykkum øll sum luttóku. Bæði um dagin, tá vit sum kunnugt royndu ein nýggjan hátt við fleiri skeiðum í senn, og til veitlsuna um kvøldið.

Íalt vóru vit væl omanfyri 300 fólk til tiltøkini. Hetta kravdi stóran innsats frá einum hópi av fólki, sum øll gleðiliga hjálptu. Tess størri er gleðin, tá alt vísti seg at ganga smiðliga í Norðurlandahúsinum.

Veitslan um kvøldið var eisini enn ein fín Dansifrøiveitlsa – júst sum vit høvdu vónað.

Fyrireikingarbólkurin

fredag den 19. april 2013

Dansistevna 2013, nú verður tað!

Næsta vikurskifti fer Dansistevna 2013 av bakkastokki, vit hava savna føroya bestur dansilærarar, og á skránni verður okkurt fyri øll:
Altjóða fólkadansur, Føroysk dansispøl, Argentinskur Tango, Foxtrot, Hip Hop, Les Lanciers, Quickstep, ChaChaCha, Valsur, Linedansur, Rock'n Roll, Salsa, Skotskur raðdansur, Jive, Contra Dance, og so enn meira Fólkadansur...

Um kvøldið verður eitt BRAK av einari veitslu, har vit fara at eta gott, og so dansa vit alt av aftur við góðum dansi til tað lýsur. Vit eru longu rættuliga nógvir luttakarar, men enn ber til at melda til  dansistevnuna ...

tirsdag den 9. april 2013

Ruddingardagur og hugnakvøld

Ruddingar- og vaskidagurin byrjar leygardagin 13/4 kl. 10, og ca. kl.13 verður ein bitið at fáa, so verður hildi á eina løtu afturat.
Kl. 20 startar hugnakvøldið við einum grýturættið og onkrum góðum afturvið.
Musikkurin verður lagdur soleiðis, at tey í koma, sleppa øll at dansa.
Fyri at vit kunnu keypa mat, er neyðugt, at vit vita, hvør kemur. so tilmelding er til hugnakvøldið á dansifroi@olivant.fo, og síðsta freist er hóskvøldi kl.20.
Kostnaður fyri hugnakvøldið er 50,- kr.
Vónandi fáa vit ein góðan dag, og gott hevði verið, um nógv møta upp.

onsdag den 3. april 2013

Høvuðsreingerð og hugnakvøld

Leygardagin 13-04-2013 fara vit at rudda og vaska í Húsinum, gera húsið reint til Dansistevnina.
Gott hevði verið, um nógvir limir møttu upp, tí nógv er um at fara, og um limir hava vaskiamboð við, hava vit klútar, tvøður og sápu.
Um kvøldi verður skipa fyri hugnakvøldið, nærri fæst at vita seinni í vikuni, hvussu tað verður skipað.
Vónandi møta nógv upp, bæði til ruddingina og eisini til hugnakvøldi, og tit mugu gjarna taka ein gest við.

torsdag den 28. marts 2013

Nýtt byrjunarskeið í apríl

Bólkur 16: Foxtrot og valsur
Nýtt 4 viku skeið byrjar hósdagin 4. Apríl 2013.
Dansað verður frá kl. 19.30 til 20.30 hósdagin 4/4, 11/4, 18/4 og týsdagin 23/4.

onsdag den 13. marts 2013

Minst til Dansifrøidagin og Avdansiveitsluna


Dagurin byrjar kl. 11 við kaffi og rundstykkjum
Síðan fara liðini saman við dansilærarum at sýna fram og/ella undirvísa nakað av tí, sum er vant í vetur, og í ár er skráin hendan:

12.00   Barnadansur v/ Sharon & Árna
12.30   Fólkadansur v/ Sharon
13.00   Tango v/ Mads og Anne Lise
13.30   Standard dansur v/ Karl & Onnu Sofíu
14.00   Fólkadansur v/ Jógvan Martin & Ruth
14.30   Linedansur v/ Saritu

Dansa verður til kl. 15, og tað er sjálvsagt SERA umráandi, at tíðirnar vera yvirhildnar, so øll sleppa fram at.

Avdansiveitslan byrjar kl. 19
Matskráin er:   Grýturættur v/ rís, eplamorli og salat frá Oddvør
                         Kaffi, te og dessert

Sodavatn, vín og øl kann keypast, og lutaseðlar verða seldir áðrenn borðhaldið. Tá borðhaldið er liðugt uml. kl. 22, fara vit at dansa eitt úrval av tí, sum vit hava lært í vetur.

Kostnaður fyri veitsluna er kr. 200,-

Tilmelding til veitsluna fer fram við at flyta gjaldið á konto 9181-490.927.7 ella 6460-405.331.3 hjá Dansifrøi, ella við at keypa atgongumerki hjá Einar Mikkelsen í Bøgøtu.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 13. mars.

mandag den 18. februar 2013

Rock'n Roll skeið

Nýtt Rock'n Roll skeið byrjar hósdagin 21. Februar, undirvíst verður frá kl. 19.15 til 20.15, og skeið verður 5 fylgjandi hósdagar til tann 21. Mars 2013.

Kostnaðurin er 250 kr fyri hvønn luttakara, og tilmelding fer fram á heimasíðuni her

lørdag den 2. februar 2013

Heimasíðan fingið nýtt snið

Vælkomin á nýggju heimasíðuna hjá Dansifrøi  :-)
Útgangsstøði er teksturin frá tí gomlu síðuni, og tað nýggja í mun til gomlu heimasíðuna er:
  • Tíðindi er ein google bloggur, ið ger tað lætt at leggja tíðindi inn hjá fleiri rithøvundum.
  • Kalendarin er eisini ein google app, ið vísur, nær húsið er upptikið.
  • ”Hvat dansa vit?” leinkjan er til eina síðu fyri hvønn dansi bólkin, hesar síðurnar eru enn í gerð.
Hugskot og viðmerkingar annars eru sjálvandi vælkomin :-)

søndag den 20. januar 2013

Ársveitsla og ársaðalfundur

 
Ársveitslan verður leygardagin 26. Januar kl. 19

Forrættur              Fiskatellerkur v/ salat og dressing, breyð og smør
Høvuðsrættur       Krúnhjortatjógv v/villinisovs, grønmeti, stoktum eplum og Waldorfsalat
Omaná                 Heimagjørdur ísur v/ frukt, kaffi og the
Náttmatur            Suppa v/ flutes

Kostnaður 350 kr, og atgongumerkir skulu keypast í seinasta lagi mikudagin 23. Januar.

Atgongumerkir kunnu keypast hjá Einar Mikkelsen í Bøgøtu, ella við at flyta peningin á konto hjá Dansifrøi.
Ársaðalfundurin verður sunnudagin 26. Januar kl. 15

Ársveitslan og ársaðalfundurin eru bert fyri limir, og allir limir hava fingið teldupost ella bræv.

Um tú ynskir at gerast limir er bert at senda ein telduport til dansifroi@olivant.fo og flyta limagjald á konto hjá Dansifrøi.
 

søndag den 6. januar 2013

Kundi tú hugsa tær at duga enskan dans?

So er høvi her, tí nýtt byrjunarskeið í standard dandi byrjar í januar, og har er pláss fyri øllum: kvinnum og monnum - ungum og gomlu - einstaklingum og pørum - ja, tú kanst gott melda teg til sum einstakling, tí har er altíð onkur annar at dansa við :-)