torsdag den 9. oktober 2014

Kalda borðið verður leygardagin 25. oktober

Borðhaldið byrjar kl. 19.00, og aftaná borðhaldið dansa vit blandaðan dans.
Sum undanfarin ár gera limirnir matin til hetta kvøldið.
Ein matarlisti liggur niðri í Dansifrøi frá næstu viku, og vit fara at heita á tykkum, sum vilja hjálpa, um at seta tykkum á henda listan.
Vín, øl og sodavatn kann keypast.
Kostnaðurin er 200 kr, og tilmelding fer fram umvegis gjaldskipanina hjá Dansifrøi her. Atgongumerkir kunnu eisini keypast hjá ”Einar Mikkelsen” í Bøgøtu.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 22. Oktober.

torsdag den 25. september 2014

Dansistevna 2015

Í dag eru júst 7 mánaðir at gleða seg í, tí Dansistevna verður í Havn tann 25. apríl 2015.
Jeps – tað er flaggdagin, so øll flagga og tað er lætt at minnast.
Á sama hátt sum seinast verður tiltakið alment og gongur fyri seg í Norðurlandahúsinum frá 9-17 við alskyns dansitilboðum. Vónandi hava tit hug at luttaka.
Seinni fari vit at venda okkum til tykkara um at vera til hjálpar, men tit eru sjálvsagt  vælkomin at koma við hugskotum ella ynskjum longu nú.

Fyri fyrst er tó bert  at seta kross í kalendaran 25. apríl 2015!

tirsdag den 2. september 2014

mandag den 1. september 2014

Parkeringviðurskifti


Ikki er møguligt at koyra oman til Dansifrøi í løtuni, men parkerast kann við Høllina á Hálsi og við Gundadalshøllina.
Sí eisini kunning á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu her

lørdag den 30. august 2014

Classic Rock Show Tórshavn


Karl Martin syngur í Havn.
Karl Martin Samuelsen er kanska kendasti rocksangari í Føroyum.
Mong kenna hann sum oddamann í Hjarnum, men hann hevur eisini sungið í øðrum samhangum.
Karl Martin og aðrir tónleikarar hava KMS Band, og leygarkvøld, í kvøld, verða teir at hoyra í Dansifrøi í Havn.
KMS Band spælir nýtt tilfar hjá Karl Martini, men teir tríva sjálvsagt eisini í teir góðu gomlu sangirnar hjá Hjarnum.
Karl Martin hevði eina frálíka konsert á Summar Festivalinum, og nú fylgir hann hesa framførslu upp við framførslu í høvuðsstaðnum.

onsdag den 9. april 2014

Hugnakvøld í Dansifrøi 27. apríl

Skipað verður fyri hugnakvøldi fyri limum við gesti í Dansifrøi 


Sunnukvøldið 27. apríl 2014 frá kl. 20 til uml. 23.30

Tiltakið er ókeypis, møtið fjøllment, vónandi fáa vit eitt hugnaligt kvøld :-)

Vegna fyrireikarnar
Jóhanna & Mary


tirsdag den 18. februar 2014

Várfólk í Dansifrøi


Fólkatónleikarafelagið skipar fyri serstøkum tiltaki í Dansifrøi fríggjakvøldið 7. mars kl. 20

Hópur av spælimanstónleiki, dansi og hugna

Einans 50 kr

Høvi verður at keypa øl, kaffi og køkur

tirsdag den 21. januar 2014

Dansiskeið við Vivi

Kom á snarskeið í standard dansi við professionellum dansilærara í hølunum hjá Dansifrøi. Fríggjadagin 31. Januar og leygardagin 1. Februar fer Vivi Siggard, ið eigur dansiskúlan Vivisdans, at undirvísa bæði byrjarum og vandum, og skráin er hendan:


Fríggjadag 31/1
Leygardag 1/2
Kostnaður
Hold 1,
byrjarar

kl. 18.30 – 20.00
Chachacha og Enskur valsur
kl. 15.00 - 16.30
Quickstep og Jive
150 kr
Hold 2,
vand
kl. 20.30 - 22.00
Rumba, Chachacha og Enskur valsur
kl. 17.00 - 18.30
Salsa, Quickstep og Jive
150 kr
Rock’n Roll

kl. 19.00 - 20.00
Rock’n Roll
50 kr

Tilmelding til hold 1 og 2 fer fram við at flyta pening á konto 9181-4909277 ella 6460-4053313.
Rock'n Roll skeiðið krevur ikki tilmelding, og goldið verður við dyrnar.

torsdag den 16. januar 2014

Ársveitsla 2014

























Um tú ynskir at gerast limir er bert at senda ein telduport til dansifroi@olivant.fo, og flyta limagjald á konto hjá Dansifrøi.