fredag den 19. april 2013

Dansistevna 2013, nú verður tað!

Næsta vikurskifti fer Dansistevna 2013 av bakkastokki, vit hava savna føroya bestur dansilærarar, og á skránni verður okkurt fyri øll:
Altjóða fólkadansur, Føroysk dansispøl, Argentinskur Tango, Foxtrot, Hip Hop, Les Lanciers, Quickstep, ChaChaCha, Valsur, Linedansur, Rock'n Roll, Salsa, Skotskur raðdansur, Jive, Contra Dance, og so enn meira Fólkadansur...

Um kvøldið verður eitt BRAK av einari veitslu, har vit fara at eta gott, og so dansa vit alt av aftur við góðum dansi til tað lýsur. Vit eru longu rættuliga nógvir luttakarar, men enn ber til at melda til  dansistevnuna ...

tirsdag den 9. april 2013

Ruddingardagur og hugnakvøld

Ruddingar- og vaskidagurin byrjar leygardagin 13/4 kl. 10, og ca. kl.13 verður ein bitið at fáa, so verður hildi á eina løtu afturat.
Kl. 20 startar hugnakvøldið við einum grýturættið og onkrum góðum afturvið.
Musikkurin verður lagdur soleiðis, at tey í koma, sleppa øll at dansa.
Fyri at vit kunnu keypa mat, er neyðugt, at vit vita, hvør kemur. so tilmelding er til hugnakvøldið á dansifroi@olivant.fo, og síðsta freist er hóskvøldi kl.20.
Kostnaður fyri hugnakvøldið er 50,- kr.
Vónandi fáa vit ein góðan dag, og gott hevði verið, um nógv møta upp.

onsdag den 3. april 2013

Høvuðsreingerð og hugnakvøld

Leygardagin 13-04-2013 fara vit at rudda og vaska í Húsinum, gera húsið reint til Dansistevnina.
Gott hevði verið, um nógvir limir møttu upp, tí nógv er um at fara, og um limir hava vaskiamboð við, hava vit klútar, tvøður og sápu.
Um kvøldi verður skipa fyri hugnakvøldið, nærri fæst at vita seinni í vikuni, hvussu tað verður skipað.
Vónandi møta nógv upp, bæði til ruddingina og eisini til hugnakvøldi, og tit mugu gjarna taka ein gest við.